Gjørdu sær dælt av góðveðrinum


Tey í Heimara skúla gjørdu sær dælt av góðaveðrinum í gjár.  3. og 4. tíma høvdu   3. flokkarnir Handaverk og List, men  lærararnir valdu  at fara ein túr oman á Reyn og  út í Tinganes við næmingunum at skoða gomlu søgligu perluna. Lillian greiddi frá um gamla kirkjugarðin, stutt prát fekst við ein pápa og á gøtunum millum fittu húsini kundu næmingarnir finna sær íblástur.


Myndir: Katrin Karlsdóttir Johansen