TEY GJØRDU EPLARÆTT Á PANNUNI

 

Næmingar í 4. flokki hava  høvdu í morgun  matgerð á tímatalvuni.  Katrin Karlsdóttir hevur gjørt heimasíðuni tann beina at koma við nøkrum myndum. Hon sigur sigur, at tey byrjaðu tíman við at tosa um epli, og síðan sluppu børnini at gera  ein góðan eplarætt á pannuni. 

 

------

 

Í  námsætlanini verður verður matgerð nevnt  Heimkunnleiki

 

Um lærugreinina stendur m.a. hetta:

Heimkunnleiki er ástøðilig og verklig lærugrein. Trivnaðurin hjá einstaka borgaranum er ein fortreyt fyri trivnaði í øllum samfelagsligum høpum. Matur og máltíðin hevur stóran týdning fyri kropsligu og sálarligu heilsuna og vælveruna hjá einstaklinginum.

Nakrar av fortreytunum fyri trivnaði er góður og rættur kostur, persónligt reinføri, eitt reint umhvørvi og at ein og hvør dugir  at fara um tað, hann hevur, eisini búskaparliga.

Ein partur av frálæruni í heimkunnleika er at læra at gera føroyskan mat og at varðveita og menna hetta okkara eyðkenni. Umframt matgerð og annað heimligt starv fevnir lærugreinin um húsarhaldsbúskap.

 

Undirvísingin hevur til endamáls:

  • at næmingurin ognar sær kunnleika um góðan kost og týdningin av góðari heilsu
  • at næmingurin ognar sær kunnleika og førleikar, so at hann gerst førur fyri at taka ábyrgd av tí virki, ið er í einum húsarhaldi
  • at næmingurin ognar sær innlit í og verður tilvitaður um tær umstøður nátturan, mentanin og samfelagið hava fyri heimið
  • at næmingurin ognar sær kunnleika um matvøru og matvøruframleiðslu  við serligum denti á føroyska matmentan
  • at næmingurin gerst tilvitaður brúkari í einum altjóðagjørdum heimi
  • at næmingurin fatar týdningin av reinføri í samband við mat og matframleiðslu
  • at næmingurin ognar sær kunnleika um týdningin av at leggja egnu penganýtsluna til rætti

 

Myndir: Katrin Karlsdóttir Johansen