SVARTA HOLIÐ GAV ÍBLÁSTUR

 

Eyðun  og Fríði ganga í 5. flokki á Frælsinum, og teimum dámar væl at taka myndir og arbeiða við teimum.

Fyrsta myndin, ið nakrantíð er tikin av einum svørtum holi, varð avdúkað  í gjár, og hetta gav teimum báðum  íblástur.  Kvikir loftaðu teir   tíðindunum, vendu teimum og fóru at gera sítt egna svarta hol í teldlinum. Fyrst tóku teir eina mynd av einum drongi,   eina  av telduhúsanum, so á netið at leita eftir ein svørtum holi og stjørnuhimmali, síðan í myndaforritini at skera, flyta og seta inn. Teir báðir siga, at teir vanliga nýta forrit sum Photofox, Phonto og PS Express.

 

Kreativa úrslitið sæst á myndini omanfyri. Flott :-)