Skúlin á Fløtum - eitt gott val


 

Ann-Mary, lærari í innskúlingini: “Tað er umráðandi fyri okkum at hava gott samstarv við foreldrini. Tað er  ein fortreyt fyri, at børnini trívast her, og at tey læra. Her í okkara skúla leggja vit stóran dent á, at allir næmingar fáa eina góða lesitilgongd , og vit klára tíðliga at lofta teimum næmingum, ið hava avbjóðingar í tilgongdini.”


Tobias, næmingur í 1 flokki: “Í skúlanum læri eg at lesa og eg læri eisini at rokna, og eg haldi eg læri eisini at spæla. Tað er gott, at frítíðarskúlin liggur tætt við, tú kanst fara í Grasagarð, tú kanst eisini vera í skúlanum, og tú kanst eisini fara í Reyða hús, og tú kanst fara í eitt, sum eitur verkstaðið.


Angelika, tónleikalærari: “Í Litir í Leiki verður roynt at gera  tónleik so barnavinarligan sum møguligt.  Nótar eru ikki svartir nótar, tá ið tú byrjar, men tú nýtir litir  og djór, og tú lærir rættiliga nógv at syngja eftir oyrum og at menna tað innara oyrað.”


Regin, stjóri: “Okkara skúli er ein góður skúli, sum er settur saman av ógvuliga dugnaligum starvsfólkum, ið duga at taka sær av næmingunum, tað snýr seg bæði um trivnaðin og innlæringina. Vit elska okkara arbeiði, og vit elska at hava við børn at gera og at vera partur av at mynda framtíðina tey komandi ættarliðini. Tað er tí vit eru her."


Síggj, hvussu skúlin og 1. flokkur verða lýst í filminum.


Tilmelding til 1. flokk í Skúlanum á Fløtum fer fram HER, og hon er opin fram til fríggjadagin 19. januar.

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=GH7T0dqiZWA&t=1s]