STELLA POLARIS: NÆMINGAR VÓRU VIÐ

 

Tónleikakappingin Stella Polaris hevur verið hildin í Norðurlandahúsinum í hesum døgum. Kappingin var fyri ungar klassiskar tónleikarar,  og kappast hevur verið í trimum aldursbólkum.Stóra finalan  varð hildin í Norðurlandahúsinum fyrrakvældið   millum  seks finalistar, sum  framførdu í tilsamans tveir tímar.

Ársins vinnari gjørdist trompetleikarin Ernst Dánjalsson Remmel. Í bólkinum 14 til og við 18 ár tryggjaði Vár Iversen Lindenskov, sello, sær fyrstu virðislønina. Vár kenna vit í Skúlanum á Fløtum, hon var næmingur her í fjør.  Í bólkinum til og við 13 ár vann Natali Reginsdóttir í Dali í 7.a fremsta pláss  og Nancy Nónskarð Dam  í 7.d  eitt deilt  2. pláss. 

Skúlin á Fløtum  leggur stóran dent á tónleikaundirvísing heilt frá skúlabyrjan, og tað speglast aftur í tónleikalívinum. Í ár vóru hesir næmingar úr Skúlanum á Fløtum  við: Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, akkordion, Sigrið Finsdóttir Hansen, contrabass, Helena Yngvadóttir Gutesen, klaver, Nancy Nónskarð Dam, foil, Natali Reginsdóttir í Dali, foil, Bergur Davidsen,  Jens Andreas Dam, kontrabass  og Hannes Dam, gittar.

Í alt 49 luttakarar dystaðust um fínu tónleikaplássini. Musikskúlanevnd Tórshavnar Musikkskúla hevur skipað fyri  Stella Maris tónleikakappingini á hvørjum ári síðan 2014, annaðhvørt ár í klassiskum tónleiki og annaðhvørt ár í rútmiskum tónleiki. 

 

Heimasíðan hjá Tórshavnar Musikskúla. Fylg slóðini HER.