Slóðbrótandi eftirmetingartilfar

Eftirmetingartilfarið er ein røð av testum til fyrsta og annan flokk, og tær hava til endamáls at kanna, hvussu væl næmingurin kennir bókstavirnar, og hvussu hann er fyri í lesing og staving.


Gunvør Højgaard er lærari í Skúlanum á Fløtum, og hon hevur saman við Osvaldi Jacobsen,  ið er lærari í Skúlanum á Trøðni,  arbeitt í 6 ár við eftirmetingartilfarinum, tey hava gjørt til fyrstu undirvísingina. Tey bæði siga við Skúlablaðið, at lærarar eru spentir at fara undir at brúka tilfarið, tí teir síggja, at tað gagnar næmingunum og ikki minst undirvísingini.  Næmingarnir eru ógvuliga hugaðir og jaligir, og sum heild tíma teir væl  at vera við í slíkum kanningum.

 

Endamálið er at finna útav,  hvat næmingarnir  duga, og hvat teir ikki duga, fyri at teir kunnu fáa bestu hjálpina og dyggastu undirvísingina.  Í læraravegleiðingini til eftirmetingartilfarið eru m.a.  góðar tilráðingar og hugskot um, hvussu lærararnir kunnu hjálpa næmingunum á leið við teimum avbjóðingunum, teir hava, hvussu teir kunnu fáa næmingarnar at lesa rætt og fáa ferðina upp. Eisini eru neyvar frágreiðingar um vanligar avbjóðingar, næmingar hava í tilgongdini at læra at lesa.   


Vit ynskja Gunvør og Osvaldi hjartaliga til lukku við avrikinum,  samstundis sum vit takka teimum fyri frálíka tilfarið, ið púra vist fer at geva okkum  ein enn betri skúla.


Lesið meira á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum. Fylgið slóðini HER.


Kelda: Skúlablaðið