Skúlin á Fløtum skal listprýðast fyri 2,5 mió. kr.

 

Tey sum ferðast eftir Marknagilsvegnum og Landavegnum síggja, at  nú av álvara sæst, at Føroya størsti skúli er komin ávegis. Tórshavnar kommuna fer nú  at bjóða  áhugaðum listafólkum at geva sítt boð uppá, hvussu Skúlin á Fløtum skal listprýðast. Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu hevur gjørt av at geva øllum listafólkum møguleika at vera við.


Arbeiðið at gera nýggja skúlan byrjaði á heysti 2016, og eftir ætlan stendur skúlin liðugur í 2020. Í alt  eru settar av 2,5 mió. krónur til listina. Í næstum verður lýst alment við treytum og øðrum, sum listafólkini skulu halda seg til.

Miðað verður eftir, at skúlin verður listprýddur á høgum listarligum stigi í góðum samspæli við byggilistina, virksemið og fólkið, sum bygningurin skal hýsa. Í høvuðsheitum hevur Listabólkurin eingi beinleiðis innihaldslig krøv til prýðingina uttan tað, at listafólkini eiga at hugsa um móttakaran. Lærararnir í Skúlanum á Fløtum høvdu ynski til listina um, at   innlæring  skuldi vera  sjónligt og sniðfast høvuðsevni, men at hon eisini skuldi kunna fata um  likamsrørslur. Hetta er  komið við í byggiskránna, og Listabólkurin leggur dent á, at ynskini kunnu nýtast sum íblástur.  

Keldur: torshavn.fo + SáF