Skúlagudstænastan: Fullsett kirkja

 


 

“Eg gleðist so hvørt jólakvøld” fyllir kirkjuna við mjúkum barnarøddum. kirkjan er fullsett. Hetta má vera met, sigur  Bergur prestur,  tað eigur  at koma í rekordbókina: 777 næmingar og 80 lærarar úr sama skúla 😊


Næmingar lósu inngangsbøn, jólaevangelii og útgangsbøn og gentur í 6. flokki gingu Lucia. Prestur nýtti søguna um Kristoffur í prædikuni, sum snúði seg um at geva, og stóra virði vit menniskju hava fyri Gudi, sama hvørji vit enn eru. 


Sí myndirnar niðanfyri.