Stjórin heilsar Peturi

Petur havt sín seinasta arbeiðsdag


 

Petur Veihe hevur seinastu 15 árini trúliga røkt starvið sum húsavørður í Venjingarskúlanum og Skúlanum á Fløtum. Ábyrgdarøki hansara  hevur í høvuðsheitum verið eindin á Frælsinum, Fimleikahøllin á Stórheyggi, Ytri og Heimari skúli. Men hann hevur eisini átikið sær nógvar aðrar týðandi uppgávur, sum skulu til fyri at fáa okkara stóra og spjadda skúla at hanga saman sum eina vælvirkandi felags eind. Fakligur dugnaskapur, hollir eginleikar, eyðmýkt, ið avsepglar styrki, vinskapur, arbeiðssemi, trússkapur og nærvera. Tað er hugfarsligi húsavørðurin,  Petur Veihe!

 

Heri Dam, varaskúlastjóri, segði m.a. hetta í kvøðu til Petur:

Í kvæðinum hjá sjóvarbóndanum, hoyra vit um, tá ið Tróndur í Gøtu legði eftir skúvoyingunum. Tá ið teir tríggir Sigmundur, Brestir og Einar vóru komnir væl á leið svimjandi um Suðuroyarfjørð, sigur Einar: “Nú orki eg ikki meir, svimjið tit víðari!” Tá sigur Sigmundur: “Vit vóru saman í mangari ferð, ei mín frændi skiljast vit her,” síðan tók Sigmundur Einar á sítt bak, og restina av søguni kenna vit øll.

 

Petur, nú havi eg kent teg í 10 ár og fýra mánaðir. Eg visti ikki, hvør tú vart, tá ið eg byrjaði á fyrrverandi Venjingarskúlanum, men skjótt gekk til vit báðir fullu væl í prát. Kanska var tað hetta, at eg var nýggjur, hugsaði eg.  Mær kom til hugs aftaná, at tað komnst kanska av, at vit báðir,  høvdu verkliga gongd  og ígjøgnum skúlaskipanina, sjálvt um eg sjálvur endaði sum lærari. Eg  fann skjótt útav, at tú vart ein av hesum  dugnaligu handverkarunum, sum eg tíbetur havi havt og enn havi í familjuni hjá mær. Hesir handverkarar, ið  duga sítt handverk og síggja nær, hvar og hvussu uppgávurnar skulu loysast og ikki minst útinna tær í røttum tíma. At tú so eisini dugir væl við fólki og megnar at fáa alt at falla lætt er ein av tínum góðu eginleikum. Hetta mugu vit starvsfólk ásanna, og eg veit, at næmingarnir halda tað sama. Soleiðis kenni eg teg, Petur. Altíð frammanfyri í gerninginum, heldur enn á ella aftaná. At eg so sjálvur fekk dugna av hesum tínum dygdum, eri eg tær sera takksamur fyri, Petur. Vit hesum fáu orðum vil eg takka tær fyri alt og ynskja tær og tínum alt tað besta í ókomnum døgum og Guds signing. Vit síggjast.

 

Petur, takk fyri góðu árini, tú hevur tænt skúlanum, takk fyri gott samstarv, hjálpsemi og hugnaligar samverur. Og vit taka samfelt undir við orðum stjórans: “Tú skalt vita, at vit fara at sakna teg. Eg hevði yngst, at tú vart 57 og ikki 67, so vit áttu teg í 10 ár afturat.”

 

Heilsugóð og rík eftirlønarár, góði Petur, veri framtíðin tær mild og blíð.