PANGEA STØDDFRØÐISKAPPING

PANGEA: STØDDFRØÐISKAPPING


Allir næmingar í  3. – 9. flokki kunnu vera við. Kappingin í ár fer fram í hesi vikuni, og lærarin skipar fyri í flokkinum. Semifinalan verður í Eysturskúlanum í marsmánaði og finalan verður hildin í Havn í apríl.


Loysunarorðið er støddfrøði sameinir , og endamálið er at savna næmingarnar tvøtur um mørk, um tey so eru  landafrøðilig, millum samfelagsbólkar ella millum skúlaflokkar. Málið er, at børnini fáa avbjóðingar og  næmingarnar duga  at sanna, at støddfrøðin eisini er stuttlig.


Katrin Gullbein er støddfrøðislærari í 3. flokki, og hon hevur meldað flokkarnir til, sum hon hevur; aðrir flokkar í Skúlanum á Fløtum eru eisini við. Katrin  sigur, at uppgávurnar nú  eru á føroyskum og   dystast verður  innanhýsis í her heima  burturav. Talan er um serliga stuttligar og spennandi avbjóðingar fyri næmingarnar í somu kapping, sum verður hildin kring alt Evropa.


Mikudagin kýttu næmingarnir í 3.b  seg við at loysa uppgávurnar (sí myndir). 3.a og 3.d royndu seg í morgun.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5eXy1QaD3Aw&feature=youtu.be]