Nú ber til at fáa matpakka í skúlanum

 

Skúlin hevur  gjørt av at royna matpakkaskipanina hjá matpakkin.fo. Sum eina roynd kunnu næmingar í eindini á Argjum og í Gundadali fáa matpakka frá mánadegnum 16. oktober fram til jóla.  Tá ið royndartíðarskeiðið er av  verður skipanin eftirmett, og støða verður  tikin til, um hon skal   umfata allar næmingarnar í skúlanum ella støðga.  

Matpakkin.fo er ein netborin bílgeggingarskipan til næmingar og foreldur teirra. Hon er løtt at handfara, so tað er einfalt og skjótt at bíleggja matpakkan. Maturin verður gjørdur í Føroyum, smurdur og pakkaður sama dag, sum hann skal etast. Úrval er av tvíflísum, salatum, sushi o.ø  allar fimm skúladagarnar.Til ber at bíleggja frá degi til dags ella fleiri vikur fram.

Leinki liggur á forsíðuni, teiginum t.v.  á heimasíðu skúlans. Eisini ber til at fara beinleiðis inn á matpakkin.fo.  

Gevið gætur: Skipanin stendur næmingum í nevndu eindum  í boði, t.v.s at tað  er púra sjálvboðið at vera við ella ikki!