Námsfrøðingur til Skúlan á Fløtum

Farloyvisstarv sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum er leyst at seta frá 1. januar 2019 at rokna:

 

Um skúlan

Skúlin á Fløtum fatar um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman 1. januar 2015. Skúlin húsast í løtuni í 6 støðum í Tórshavn, t.e. Eindin á Frælsinum, Eindin á Landavegnum, Eindin í Gundadali, Eindin í Kongagøtu, Eindin í Finsen og Eindin á Argjavegi. Harumframt er Skúlin í Dímun knýttur at Skúlanum á Fløtum.

Í Skúlanum á Fløtum ganga 777 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki, umframt serflokkin. Ætlanin er, at skúlin frá 2020 eisini fer at fevna um forskúla. Starvsfólkahópur skúlans, ið eru lærarar, námsfrøðingar, stuðlar, skrivstovufólk, heilsufrøðingar, reingerðarfólk, húsavørðar o.o., fevnir um gott 100 starvsfólk. 

Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga. 

Skúlin slóðar fyri og luttekur í fleiri undirvísingarligum átøkum og verkætlanum. Innan serøkið fevnir skúlin um Sertilboðið 4-10, Lopfjølina og eina væl virkandi førleikastovu.


Um starvið

Starvið sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum fevnir um at saman við lærarum og námsfrøðingum at skipa skúladagin hjá næmingum í grunddeildini, ið hava avbjóðingar í gerandisdegnum. 

Starvið krevur nakað av fyrireiking og eginleikar at kunna tillaga seg til tað, sum dagurin hevur at bjóða.


Førleikakrøv

Skúlanum tørvar ein námsfrøðing, ið er:

arbeiðshugaður,

nærlagdur,

tekur ábyrgd,

samstarvshugaður

sær møguleikar og

Leggur dent á felagsskapin

Tann, ið settur verður í starvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving og viðkomandi royndir í fólkaskúla kunnu vera ein fyrimunur.


Setanarviðurskifti

Starvsøkið er Mentamálaráðið og stovnar undir tí við fyribils starvsstaði í Skúlanum á Fløtum.

Talan er um farloyvisstarv frá 1.januar til 30 juni. 2019 við setanarbroti 0,55.

Námsfrøðingastarvið er tíðaravmarkað sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum


Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Regini Marnersyni, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi týsdagin 18. desember 2018.

Umsóknin verður stílað til:

reginm@saf.fo; frámerkt "Farloyvisstarv"

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Regin Marnersson, skúlastjóra tlf. 216676 ella Marilyn Danielsen, varaskúlastjóra við ábyrgd av serøkinum, á tlf. 263845.