Næmingaráðið á Argjum


Á gongini í eindini á Argjum hongur eitt uppslag við mynd og nøvnum á teimum átta, ið manna næmingaráðið fyri 7. – 8. flokk. Tey eru: Bjørt Holm, forkvinna, Luvík P. Heðinsson, næstformaður, Bjørg Jensen, skrivari, Jóhannis Erlendsson, peningaøkil, Teitur K. í Hjøllum, Jógvan G. Magnusson, Óli R. Djurhuus og Heri L. Láadal, nevndarlimir.

Hetta er eitt av fýra næmingaráðum í Skúlanum á Fløtum.  Hvør flokkur velur eitt umboð og eitt tiltaksumboð í næmingaráðini. Valið er galdandi í eitt ár og fer  fram í september. Ráðini eru hesi: 1.-3. árgangur, 4.-6. árgangur, 7.-8. árgangur og 9. árgangur. Skúlastjórin velur eitt læraraumboð og eykalæraraumboð sum samskipara í hvørt næmingaráð. Samskipararnir eiga at stuðla og rættleiða næmingaráðini og eiga at vera við á fundunum. Skúlaleiðslan kann  koma á fund. Næmingaráðini skulu fremja og tryggja góð viðurskifti ímillum næmingar og lærarar. Í samráð við læraraumboð og skúlaleiðslu kunnu næmingaráðini vera við til at fyrireika næmingasamkomur o.a., sum næmingarnir hava áhuga fyri.  Ráðini eiga  kunna næmingarnar regluliga um tað, sum fer fram.