MJÁIR KAVAMENN, KAVAHÚS OG KAVAKÁT BØRN

 

Rokan í stórkavanum í dag:

Per og Dánjal P siga við heimasíðuna, at  kapping  hevur verið millum 4. flokkarnar um at gera  hægsta kavamannin. Báðir halda,  at trupult var at finna vinnaran, tí kavamenninir vóru øgiliga líkir. Til ber ikki at fara afturumaftur, tí nú eru teir  bara smáar fannir. Millum myndirnar niðanfyri eru næmingarnir í 4.d. við sínum kavamanni, hinir kavamenninir stóðu nakað uttari og komu tíverri ikki uppá.

Á stóru grasfløtuni sunnanfyri byggja næmingar í 5. og 6. flokki kavahús, og annars hava næmingarnir hugnað  sær millum trøini og aðrastaðni í kavanum við.   Sum myndirnar vísa eru tey komin væl áleiðis at byggja.  

Børnini í Kongagøtu hava   stuttleika sær í stórkavanum í Grasagarði. Eydna hevur sent okkum nakrar myndir, sum hon tók í morgun.

Men nú henda góðan søgan er søgd má  leggjast afturat, at stundir hava eisini verið til vanliga undirvísing – treyðugt so :-)

Myndir: at,en, jú, uh