Listaleypurin: Operaframførsla í auluni


GANDAFLOYTAN eftir Mozart er heimskendur operaklassikari við stórfingnum tónleiki og hugkveikjandi søgu um kærleika og moral við nógvum fløkjum um tað góða og tað ónda, eyðnu og óeyðnu. Søgan er ævintýrlig og skemtilig og rúmar eisini stórar spurningar so sum kærleika, foreldur-barn ósemju, gand, lygnir, moral og skilnaða.

Næmingarnir á Frælsinunm og  úr 3.d. áHeimara skúla, sum í síðstu løtu sluppu við,  fingu í dag høvi at uppliva Gandafloytuna. Og tað hugtók í stórum! Børnini vórðu leidd ígjøgnum  søguna og sluppu at hoyra bestu tónleikabrotini úr  operuni við professinellum operasangi. 

Framførslan er eitt tilboð úr Listaleypinum. Listaleypurin sí HER.   

 

 

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=qFInZU6ZQNo&feature=youtu.be]