KUNNING FRÁ BÓKASAVNINUM

Les nógv, tað loysir seg!

 

Skúlabókasavnið er opið hvønn skúladag. Lánarar skráseta lánini sjálvir og kunnu eisini sjálvir lata inn við við útlánsteldurnar. Bøkur til innlatingar skulu  annars leggjast á merktu bókahillina ella kassan, ið stendur við bókasavnið.  Bókavørðirnir eru til at hjálpa lánarunum, ráðgeva ella koma við hugskotum. Eru teir ikki á staðnum, ber til at skriva ella ringja til teirra í skúlatíðini. Teleonnummur og teldupostadressur eru á heimasíðuni undir “Um okkum” > “Starvsfólk”.

 

Starvsfólk á bókasavninum eru: 

Annika Marr Poulsen (fríggjadag)

Fríðhildur Didriksen (týsdag + hósdag/fríggjadag)

Flemming Pouslen (mánadag - fríggjadag)

Jørgin M. Á. við Úlvsá (mánadag – hósdag)

Louisa Lamhauge (mánadag – mikudag + fríggjadag)

 

Lýst verður við flest øllum nýggjum bókum á facebookvanganum hjá skúlabókasavninum, sum eitur  Bókasavnið í skúlanum á Fløtum – trýst HER. Nýggjar bøkur liggja altíð soleiðis fyri, at tær síggjast. Heima ber annars til at finna,  hvørjar bøkur eru á bókasavninum, fylg slóðini HER. Leitiskipanin eitur Cicero surf, og høvuðsíðan er á: https://surf.cicero-suite.com. Skriva “Skúlin á Fløtum” og so ert tú á sama staði, sum slóðin omanfyri vísir. 

 

Les nógv, tað loysir seg!