Leiðslurnar dubba seg

Við skúlaársbyrjan í fjør fóru 42 lærarar á skúlabonk at útbúgva seg í námsfrøðiligari leiðslu. Talan er um leiðslur í fólkaskúlanum og lærarar, ið hava ætlanir um at bjóða seg fram til leiðslustørv. Lesturin tekur 2,5 ár og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetrinum, samskipar úbúgvingina.

Fleiri lærarar í Skúlanum á Fløtum taka útbúgvingina, og Regin skúlastjóri er ein teirra. Gjáramorgunin hevði morgunsendingin viðtal við hann og námslektaran.

Hoyrið samrøðurnar her.

Kelda: kvf.fo