“AVLEVERA, TEMJA, AVLEVERA, TEMJA……”

 

Á ovara vølli í Gundadali gongur tað fyri seg. Unglingar standa í bólkum, meðan hvøllar mansrøddir geva boð. Hon er farin nakað yvir tíggju, eitt sindur av vindi og rættiliga kalt. Bæði gentur og dreingir eru á vøllinum, tey venja. Hetta eru næmingar úr 8.f og 9. f,  sum eru saman í morgun. Her er  lív í, tey eru í trimum bólkum, ein gentubólkur saman við Jan Dam, longri yviri við málið norðanfyri stendur Petur Reinert við einum dreingjabólki, teir kasta  og skalla skiftivís sínámillum. “Rakið mótleikarin, rakið mótleikarin upp at hanga, upp á hanga,” er greið boðskapurin frá venjaranum. Hinumegin er ein dreingjabólkur, har ein andbráður sportsligur kenningur gevur boð á enskum. Tað er eingin mætari enn navnfami Lukasz Cleslewicz, sum  eisini er fótbóltslærari  í ítróttarásini. Dreingirnir spurta, renna øgiliga skjótt  annan vegin og ganga aftur,  men við ongum bólti. Har yviri hjá gentunum  hoyrast eggjandi róp: “sparka, temja, sparka temja, sparka temja….”

 

Í meðan hesin leikur gongur á Ovara vølli, er annar leikur í høllini á Hálsi. Har venja hondbóltsnæmingarnir, bæði gentur og dreingir. Tvey og tvey lata tey hvøss kast  hvør  til annan, tað ræður um  at vera kvikur,  at fáa hond á bóltin og lata hann yviraftur við einum minst líka kontantum svari. Løtu seinni savnast næmingarnir við málini, har aðrar venjingar taka skap. Í millum ungu ítróttarfólkini eru tveir ídnir venjarar, sum lata seg   hoyra um alla  høllina.

 

Á ítróttarásini  í hádeildini verða kropsligar rørslur og  venjingar á høgum støði  flættaðar  saman við  vanligu  undirvísingini. Ítróttarrásin fevnir um allar tímarnar og fakini í eini vanligari tímatalvu. Harumframt verða skipaðar venjingar í hondbólti ella fótbólti tveir tímar um dagin fýra dagar um vikuna. Tvær greinar eru á ítróttarrásini, hondbóltur og fótbóltur. 

 

Hondbóltsgreinin á Ítróttarrásini er samstarv millum skúlan, Neistan og Kyndil. Ungdómsmennarar úr Kyndli og Neistanum manna saman við einum lærara venjaratoymið á hondbóltsgreinini. Fótbóltsgreinin á ítróttarrásini er samstarv millum FSF og skúlan. Venjarar við í minsta lagi B-venjaraprógvi manna venjaratoymið á fótbóltsgreinini.

 

Ein týðandi partur av venjingunum á ítróttarrásini er styrki, fimi og skaðafyribyrging. Ítróttaumstøðurnar eru tær bestu, ein kann hugsa sær júst í  føroyska ítróttarmiðdeplinum, Gundadali. Dagliga frálæran er í FSF-húsunum og venjingarnar á vøllunum og høllunum í nærumhvørvinum.

 

Endamálið við ítróttarrásini er, at  næmingurin sum leikari kann fáa eitt skúlatilboð, ið eisini styrkir hann sum íðkara og ítróttarfólk. At hann røkkur persónligum málum í síni  ítróttargrein, og at hann styrkir seg sum einstakling og liðleikara. Samstundis fær hann  dygga fakliga undirvísing í lærugreinunum  sum fólkaskúlalógin ásetir.

 

Ein fyrrapartur í ítróttarásini í Skúlanum á Fløtum  ein mánadag í mars. Í morgin venja tey aftur, sama hósdagin og fríggjadagin. Og so aftur í næstu viku …. Í summar skulu tey í 9.h og 9.f  til próvtøku, og hini, tey eiga eitt ár eftir. 

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=uS0biO_Avvw&feature=youtu.be]