Lærarar til Skúlan á Fløtum


 

Tvey, møguliga trý størv sum lærarar í skúlanum á Fløtum eru leys at søkja. Størvini eru tíðaravmarkað.

 

Lýsing av skúlanum 

Skúlin á Fløtum fevnir um samanløgdu skúlarnar Tórshavnar kommunuskúla og Venjingarskúlan, sum vórðu lagdir saman 1. januar 2015. Skúlin húsast í løtuni í 6 støðum í Tórshavn, t.e. Eindin á Frælsinum, Eindin á Landavegnum, Eindin í Gundadali, Eindin í Kongagøtu, Eindin í Fr. Petersens gøtu og Eindin á Argjavegi. Harumframt er Skúlin í Dímun knýttur at Skúlanum á Fløtum. 

 

Í Skúlanum á Fløtum ganga 777 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið og Lopfjølina.

 

Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga.  Skúlin slóðar fyri og luttekur í fleiri undirvísingarligum átøkum. Skúlin leggur stóran dent á talgilding í undirvísingini, har grundleggjandi amboð, bøkur o.a. í stóran mun eru ella fara at verða talgild. 

 

Betri karmar 

Tórshavnar kommuna er farin undir arbeiðið at byggja ein nýggjan skúlabygning til Skúlan á Fløtum, sum er á leið 11.600 m2 og er ætlaður til 850 næmingar, íroknað frítíðarskúla og forskúla. Skúlin fer at hava ein framkomnan vísindadepil, ið lutvíst eisini verður talgildur. Nýggi skúlabygningurin stendur væntandi klárur í mars 2020.

 

Søkt verður eftir lærarum:

Sum hava hug og hegni at virka og samvirka í toymi, kunnu átaka sær at arbeiða á serøkinum í tøttum toymissamstarvi ella kunnu taka flokslæraraleiklut, føroyskt og enskt umframt møguligar kt-uppgávur og vegleiðing. 

 

Annað starvið fevnir um føroyskt, enskt og flokslæraraleiklut, møguliga vegleiðing og KT ella annað, ið kann tillagast umsøkjara. Starvið er tíðaravmarkað frá 1.mars 2018 til 26.juni 2018. 

 

Hini størvini eru í sertilboðnum, annað galdandi frá 1. februar 2018 til 31. juli 2019. Umframt eitt møguligt starv í sertilboðnum frá 1. februar 2018 til 26.juni 2018. 

 

Vit vænta, at tú:

Dugir at samstarva og er fyrikomandi.

Ert fúsur at taka á teg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum.

Ert við til áhaldandi at menna skúlan.

Ert stundisligur og nærlagdur.

 

Lønar- og setanartreytir:

Starvið er lønt í lønarflokkinum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast sum PDF-fíla til reginm@saf.fo, merkt “Starv, lærari” í seinasta lagi mikudagin 31. januar kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um starvið hjá Regini Marnersyni á tlf. 216676 ella við at senda ein teldupost til reginm@saf.fo