Kunnandi fundur

 

Kunnandi fundur fyri foreldur at børnum í komandi 1. flokki í Skúlanum á Fløtum verður í eindini í Kongagøtu mikudagin 9. januar kl. 18:30.

 

Vit fara at kunna um

-Skúlan, skúladagin og læraratoymið.

-Tónleikaskipanina Litir í Leiki,  fyri tey  sum eru áhugað.

-Frítíðarskúlan og frítíarskúlatilboðið.

Samstundis ber til at síggja  hølini. Høvi verður eisini  at spyra um eitthvørt. Øll eru vælkomin.

 

Innskriving er á heimasíðuni hjá kommununi. Fylg slóðini HER.

 

Hósdagin 10. januar og fríggjadagin 11. januar millum kl. 15:00 og kl. 17:00 verður eisini møguleiki at skriva børnini inn í eindini í Kongagøtu.

 

Tey, sum longu hava skrivað seg upp til Skúlan á Fløtum talgilt, eru eisini vælkomin framvið við dóps- ella navnabrævi.

 

Regin Marnersson 

Skúlin á Fløtum