Kongagøta: Upp á gólv

Í Vetur hava tey í Kongagøtu dansað føroyskan dans hvønn fríggjadag. Tey kvøða Veturin kom við kulda og kava, Burtur á heiði, og Øskudólgur og sópingarkona. Beinta er ein av lærarunum í innskúlingini, og hon sigur, at dansurin gongur væl, børnini eru hugagóð og duga væl at halda stev.


Fríggjadagin fyri føstulávint, ið eru um eina vika, fara allir næmingarnir í skúlanum upp á gólv.

Upptøka: Beinta Viðstein

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=t1skL-bGoPI&feature=youtu.be]