Kongagøta: Syngjandi næmingar á ebenezertrapppuni

Skjót og bráð  avgerð varð tikin nú ein morgunin í vikuni, tá tær í Kongagøtu í góðveðrinum fóru oman í miðbýin við næmingunum at syngja.

Tey syngja nógv í Kongagøtu og elska sangløtur. Hendan dagin var tað Ann-Mari av Skarði, sum stjórnaði barnakórinum, hon er eisini flokslærari í 1d. Hilmar Joensen í Nólsoy plagar at syngja við næmingunum mikumorgnar, og tað eru børnini sera glað um.

Ein jólahýrdur havnarmaður kom fram við  og tók film av kátu syngjandi børnunum og legði hann á Fjesbókina. Brotið sæst niðanfyri  - tað er ikki so klárt, men kortini vert at lurta eftir.


Fylg eisini leinkjuni her:


http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=6052






[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=hLPsB7GKX20&feature=youtu.be]