KOM OG SYNG!

Vælumtókti spælilistin hjá Námi á YouTube við føroyskum barnasangum er nú farin um tey hundrað. Mest spældi sangurin er hann, sum er fyrstur á listanum, og tað  er sangurin ”Mæ, mæ, mæ”.  Fleiri hundrað túsund vísingar hava verið á rásini, og  halddaratalið er vaksandi. At vera haldari merkir, at tú fært  dagføringar, hvørja ferð ein nýggjur sangur verður lagdur út á rásina, uttan at tú noyðist at leita.

Tað var í sambandi við at Barnasangbók Føroya varð løgd fram á bókadøgum, at Nám fór at leggja somu barnasangir út á YouTube. Árni Øregaard, sum er margmiðlasmiður á Námi, hevur savnað gamlar upptøkur og gjørt nýggjar upptøkur av sangunum, sum eru í sangbókini. Undir hvørjum sangi er tekstur, so til ber at syngja við og læra seg orðini.

Tænastan er opin og krevur ikki hald. Hevur tú hug at syngja við, fylg so slóðini HER.  

Kelda: Nám.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Fztlt4XeqNM&list=PLC3OLFQIutiQL95s9X16os_1Jh3fD9ns5&index=15&t=0s]