JÓLAKONSERT Í DÓMKIRKJUNI Í DAG (kl. 16:00)

 

Ann-Mari av Skarði skrivar soleiðis til heimasíðuna:

Næmingarnir í 2. og 3. flokki, sum eru við í Litir í leiki, hava jólakonsert í kvøld. Í morgunsanginum í Kongagøtu í morgun høvdu tey aðalroynd, eisini so hinir næmingarnir í grunddeildini eisini sluppu at hoyra hvat tey dugdu. Sera dugnaligir tónleikarar, skal sigast. Tey, sum fara á konsert í kvøld, hava heilt víst okkurt at gleða seg til.

Litir í leiki er tilboð til yngstu næmingar okkara. Tey spæla á ljóðføri og fáa undirvísing frá tónleikalærarum í skúlatíðini. Tey spæla eisini saman í bólkum. Flestu næmingarnir spæla strúki-ljóðføri, men onkur spælir eisini floytu. Tónleikalærarar eru Angelika Nielsen, Jens Christian Guttesen, Jona Jacobsen, Agnar Lamhauge, Anna Hudepol, Jón Festirstein, Katya Volovelskaja og Tóri Restorff Jacobsen.

Konsertin verður í Dómkirkjuni í dag kl 16:00.

Myndir: Ann-Mari