JÓLAHÝRUR

 

Bjørt og Sára ganga í 5. flokki, og tær hava saman við øðrum næmingum  í handaverk- og list gjørt jóladekoratiónir til lærarastovurnar:

“Stjórin bað okkum hjálpa til at gera lærarastovurnar hugnaligar til jóla, og hetta er so okkara íkast,” siga tær báðar, sum halda tað vera sera stuttligt og spennandi. Ongar av jólaprýðingunum eru heilt eins, men grann og ljós ganga aftur. Hetta saman  vatti, konglum, jólaskeltum, kúlum og glitri gevur  frískar jólalitir, sum eyðvitað seta lærararnar  í  góðan jólahýr :-)