Jólahaldið: Fimm framførslur vóru í ár

 

Jólahaldið 2015 er nú farið afturum, og í morgun kl. 10:30 fara næmingar og lærarar til jólaguðstænastu í Vesturkirkjuni.

Í ár  vóru fimm framførslur  í alt, tvær tær fyrstu mikukvøldið fyri foreldrum og avvarðandi og hinar í gjár. Ymist var til undirhalds, felagssangur og dansur um     jólatræið, men tó ikki sama skrá til hvørja framførslu. Og sum vant komu jólamenninir at vitja.

4. flokkur hevði sangframførslur, næmingar úr 5 fl. framførdu  okkurt lag, 6.a spældi leikin Trøllajól og 6.e Á loftinum. Næmingar úr 8. fl. vóru eisini pallinum við onkrum sangi, og Óli úr 9.b  og vimenn  sungu m.a. væl umtókta skúlaslagaran Nú er jól, sum Óli yrkti  og fyrstu ferð framførdi, tá ið hann gekk í 7. flokki.

Kykmyndir:

Jólamenninir vitja

Óli og vinmenn


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=oxbJU0YaVQ0&feature=youtu.be]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=zNUOwyu9HAY&feature=youtu.be]