JÓLAGUÐSTÆNASTAN: KIRKJAN  VAR STÚGVANDI FULL AV BØRNUM

 

So nógv skúlabørn vóru í kirkju í gár, at eingi sitipláss vóru eftir. Alt mátti skipast væl og neyvt, so næmingarnir kundu finna síni pláss. Næmingar gingu í røð av Frælsinum yvir í kirkjuna, har beinkirnir vóru merktir.

Næmingar í  5. flokki gingu lusia, nakrir í hádeildini  lósu inngangsbøn, jólaevangeliið, og útgangsbøn, og Derhard  Jógvansson, prestur, helt guðstænastuna. Hann tók støði í tíðini:  “Tá ið eg var lítil og var í kirkju, hugsaði eg ofta um, hvat mundi goyma seg aftan fyri prædikustólin,“ byrjaði prestur løttu prædikuna, tók fram eina stóra klokku, og spurdi, hvat hendir ymsu tíðirnar á degnum. Næmingar vóru sum vera man grammir at svara, eisini tá ið prestur fann ein árskalendara aftan fyri prædikustólin og vísti børnunum. At enda kom hann við einum jólakalendara og bant tráðin 2000 ár aftur í tíðina til sjálvt  jesubarnið. Eyðvitað var hetta kjarnin í boðskapinum  til ungu kirkjufólkini.

Reinu barnarøddirnar lótu jólasálmarnar í ein yndisligan og skæran búna stuðlaður við sterkum urgutónum aftanfyri, sum gjørdi løtuna serstakliga hugnaliga og jólaliga.  Umleið klokkan hálvgum tólv ringdi út, og næmingarnir kundu fara heim í jólafrí.

Upptøka og myndir: jú&md

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=tiRGP1X_9AM&feature=youtu.be]