IKKI FYRR ENN TÁ

Fyrsta mikudag í hvørjum mánað er námsfrøðiligur fundur við hópi av málum á skrá. Hesuferð nevndist eitt mál ´Bókagáva´.

“Oddfríður hevur vunnið handritakapping, bókin er komin út, og vit eru stolt av tær,” segði Regin stjóri og helt fram:  “Vit skulu fagna okkum sjálvi við hvørt, øll fáa  bókina frá Oddríði sum takk fyri gott verk.  Og hetta er samstundis eitt  heraklapp til Oddfríð.” Síðan settist rithøvundurin, lærarin og fremst av øllum góði starvsfelagi okkara við eitt borð at signera bøkurnar. 

Oddfríður vann bókhandlaraviðrislønina, ið var latin á bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í november í fjør. Afturat virðislønini á 100.000 krónur, fekk hann eisini ein útgávusáttmála við Sprotan. Og tað er tann sáttmálin, sum nú er fullførdur.

Oddfríður vann bókhandlaravirðislønina við skaldsøguni Ikki fyrr enn tá. Skaldsøgan snýr seg um eitt evni, ið ikki er viðgjørt í føroyskum skaldskapi áður. “Talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi rithøvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn – hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli,” varð m.a. sagt í dómsmetingini


Kinna Poulsen, listaummælari, sigur m.a. soleiðis um Ikki fyrr enn tá:

”Har er ikki nógv poetiskt við heilakrabba. Kanska er heilakrabbi tað minst poetiska, eg kann koma í tankar um. Hvussu skal tað so ganga, tá ein yrkjari fer at skriva eina skaldsøgu um ein mann, hvørs kona verður rakt av hesi ótespiligu sjúkuni? Einum heilasvulli, ið vaksur og breiðir sítt myrkur yvir húskið í skaldsøguni (…).Skaldsøgan endar sama stað sum hon byrjar; í songini við endurtøkuni: “Skriva á tað hvíta, leita í tí døkka”, sum Elsa sigur í byrjanini. Umframt at snúgva seg um sjúku, snýr skaldsøgan seg eisini um at skriva og um royndina at fasthalda minnini um ein persón gjøgnum skrivingina og tær slóðir vit lata eftir okkum í luktinum, sum situr eftir í klæðunum, í rivum og skøvum á tingunum og í fótafarinum av okkara kroppi í seingjarklæðunum, meðan lívið spakuliga tekur við og fer avstað við okkum aftur. Vist er bókin syrgilig, men eins og sirmið í henni er gult av sól, glógvar hon av menniskjansligum innliti og tokka. IKKI FYRR ENN TÁ er ein autentisk og vøkur sjúkrasøga um deyða og miss, men hon er eisini søgan um hann, sum yvirlivir og skrivar søguna.”

 

Lesið alt ummælið á listaportal.com.  

Keldur: listaportal.com, birkblog.blogspot.com

Myndir: da&jú