HVUSSU NÓGV SLEPPA Í RÚMMETURIN?

Stóra rokniuppgávan mikudagin var at kanna  rúmmeturin, sum var settur upp á høvuðsgongini við bókasavnið.  Næmingarnir skulu geva eitt boð upp á, hvussu nógvir á teirra egna aldri kundu sleppa inn í ein slíkan m3.

Á myndini omanfyri síggjast næmingar royna seg í rúmmetrinum, men fyri at fáa so  rætt tal sum gjørligt, mundu teir mestur royna  seg í roknikynstrinum eisini.

Røttu svarini vóru við í lutakasti um ein vinning, sum var tikin í morgun. Vinnari var Sára Gøthe í 6. b.

Til lukku, Sára