HØVUR Í BLOT

 

Hósdagin og fríggjadagin vóru støddfrøðisdagar á Argjum. Talan var ikki um at sita og rokna og loysa líkningar, men heldur at bjóða røkfrøðiliga partinum av heilanum við øðrvísi uppgávum og royndum  enn vanligt. Næmingarnir høvdu sjey verkstaðir, sum teir skiftivís skuldu vitja: Kortspøl, matgerð, tónleik, talv, fibonacci, rørsla, mátieindir. Á øllum verkstøðunum møttu tey onkrum, sum hevði við tað støddfrøðiliga at gera, sjálvt um tónleikur, rørsla og tónleikur tykjast at liggja fjart frá tí. Tá ið heimasíðan vitjaði sótu tey einastaðni og spældu poker, aðrastaðni sjavs, í eini stovu sá út sum tey høvdu myndlist, men tey arbeiddu við ficonacci frymlum. Og í køkinum vóru tey júst liðug at gera pitsasniglar, sum skuldu brúkst til eina støddfrøðiliga uppseting seinni.  


Rokniátakið bjóðaði eisini til eina kapping, har tvey gávukort vóru at vinna. Tveir spennandi skúladagar við øðrvísi lærutilgongdum.

Myndir: hp&jú