FØROYSKT ER KUL


 

Evnið í Barnaútvarpinum hesa vikuna hevur verið um  børn og mál. Tey hava tosað við fleiri fólk, sum arbeiða við málinum, og ein teirra  er Oddfríður, sum er lærari í føroyskum. 

Hetta heldur Oddfríður um føroyskt:
Børnini skifta ofta yvir í enskt, tá ið tey spæla í fríkorterinum, tí teir ymsu figurarnir, tey eru í spælinum, tosa enskt.  Tey kenna teir frá filmum og telduspølum, og eingin av teimum, ið ráða í Føroyum, siga, at vit skulu hava slíkt á føroyskum – tí hava vit einki!

Tá ið næmingar skriva frítt. finna  teir ikki upp á nøvn og persónar, sum eita føroysk nøvn;  tey eita okkurt, ið  er eitt sindur betur umtókt.  Tað er vandamikið, at hugflogið ikki er føroyskt, tí tað kann gera, at børn fara at tosa so nógv eitt annað mál, at tey kanska fara at droyma á tí. Tá er føroyskt ikki móðurmál longur. Føroyskt er nú einaferð  grundarlagið fyri at duga onnur mál.

Føroyskt er kul, tú kanst siga alt á føroyskum uttan at tosa enskt - sjálvt ”kul”! Nógv onnur orð eru eisini komin umvegis enskt, t.d. trolari og skeilett.

Vit eru bara 70.000, sum duga føroyskt. Tosa vit ikki føroyskt, so ger eingin tað fyri okkum.

Oddfríður greiðir frá HER.