FORKUNNUG FRAMFØRSLA Á ARGJUM

Í framførsluni “OS”, sum Listaleypurin bjóðar fram, kanna sjónleikarar og áskoðarar í felag sosiala samleikan hjá bólkinum.


Provokerandi og øgiliga stuttligt, tá ið framførslan avdúkar og bjóðar av okkara ofta ótilvitaðu fordómum  um onnur menniskju av. Í “OS” eru áskoðararnir virknir partar í framførsluni hjá útlendsku listafólkunum;  teir stýra hvør sínari lampu, sum hongur yvir pallinum, og við hesum siga teir sína hugsan um eina røð av spurningum um heimin, vit øll liva í.


Eftir vitjanina Glasi í gjár, sluppu næmingarnir í 9. flokki at vera bæði áskoðarar og luttakarar í stuttligu framførsluni, sum var í miðhøllini á Argjum. 

Myndir: or&mo