Tilvildarlig mynd

FM FYRI HANDVERKSLÆRLINGAR


KUNNING FRÁ TORFINNI HØJGAARD, SKÚLAVEGLEIÐARA

Hósdagin og fríggjadagin verður FM fyri handverkslærlingar á Torginum í SMS. Endamálið við kappingini er, umframt at finna føroya bestu lærlingar, at varpa ljós á yrkisútbúgvingar. Lærningar í timbur, rørsmíð og hárfríðkan at kappast um at gerast Føroyameistari.

Tey, ið fara at kappast eru:

Annfinnur Allanson Hjaltalin, Demich
Kári Hvidtfeldt Rasmussen, Blikksmiðjan

Palli Haraldsen, Renovent
Sunniva Sólarris, Eysturlon
Marni Reinert Jacobsen, TN Bygging
Hjalmar Debes Joensen, Byggivirkið KBH
Ásmundur Poulsen, Kanjon
Tóra Knudsen, Salong Bylgjan,
Sarah Jensen, Karinsa
Rebekka Ósá Petersen, KÖTLUM

Jórun á Gravarbø, Evoke

Kappingin verður skotin í gongd hósmorgunin kl 9:00. Lærlingarnir kappast tá í hálvan annan tíma, áðrenn sjálv setanin verður. Tað verður Løgmaður, Aksel V. Johannesen, sum setir tiltakið.

Meðan rørsmiðju- og timburlærlingarnir loysa eina stóra uppgávu yvir tveir dagar, er hárfríðkanar kappingin uppdeild í smærri uppgávur. Sostatt steðga hárfríðkanarlærlingarnir kl 14:30 hósdagin, meðan hini halda fram til kl 18:00.

Kappingarnar byrja aftur fríggjamorgunin og halda fram til kl 15:00, tá ið døming fer fram. Tað eru skoðanarmeistarar úr vinnuni, sum meta um avrikini og finna vinnararnar í ymisku fakunum.

Kl 17 verður steypahandan. Tað verður Rigmor Dam, Landstýriskvinna í Mentamálum, sum fer at handa vinnarunum steypini.

Skúlaflokkar(7. og 8. fl.) kunnu tekna seg at vitja tiltakið, og fáa frágreiðing frá vegleiðara.

Okkara skúli havur valt at vera við.

Flokkarnir møta í sangstovuni(kirkjuni) hjá Sankta Frans skúla, har tey fáa eina almenna kunning um yrkisútbúgvingar frá vegleiðarunum frá Tekniska skúla í Glasi og Tekniska skúla í Klaksvik. Aftaná kunningina verða tit fylgd niðan á Torgið í SMS, har sjálv kappingin fer fram.

Flokkarnir møta soleiðis:

7a og 7b kl. 08.45

7d og 7e kl. 09.10

8.fl hold 1 kl. 09.35

8.fl hold 2 kl. 10.00

8.fl hold 3 kl. 10.25