4.A: TEY TÓKU PLAST UPP


4. a gjørdi ein túr í Sandagerð í morgun, og tíverri vóru tey vitni til stóra plastdálking. Rudi var við børnunum, og hon sigur, at í  bert 5 minuttir savnaðu tey plastruskið, sum sæst á myndunum her.

Ógvusliga plastdálkingin   í heimshøvunum verður mett at vera ein av álvarsligastu hóttanunum móti umhvørvinum. Á hvørjum ári enda meira enn 8 mió. tons av plasti í høvunum, og hetta ávirkar fugl, djór og fisk.  Granskarar stúra fyri gongdini, teir siga, at verður einki gjørt fer meira plast at vera í sjónum um 30 ár enn fiskur.   

Plast verður ikki niðurbrotið í náttúruni, og tí sæst tað aftur sum umhvørvisdálking. Orsøkin til ovurstóru dálkingina er eina og aleina  vit menniskju, og tað eru tí bara vit, ið kunnu gera nakað við hetta.  Og tað  mundu næmingarnir í 4.a ásanna í morgun, tá ið teir fóru at taka upp. "Allur bati bøtir," og "betri er bøtandi hond enn spillandi tunga."  :-)

 Myndir: Rudi Helena Heinesen