FEBRUAR ER STØDDFRØÐISMÁNAÐUR

Í miðdeildini, sum heldur til á Frælsinum, eru serstakar  støddfrøðis- og roknivenjingar til allar næmingar  í februarmánað. Talvenjing er hvønn dag, felags uppgávur hvøjra viku, og e-mat kapping.

Tvær felags uppgávur verða hongdar upp í lonunum hvørja viku, onnur mánadag og hin mikudag. Ein kassi stendur uttan fyri bókasavnið til næmingar at leggja svarini í. Til morgunsangin týsdagar kunngerð skúlastjórin vinnaran frá mánadegnum og til morgunsangin hósdagar vinnaran  frá mikudegnum. Samstundis verða vinningar handaðir.

Í morgun, tá ið  fyrsti vinnarin varð funnin, segði skúlastjórin, at næmingarnir hava svarað væl upp á spurningarnar, og fleiri kundu lent á fyrsta plássi.  Men ein skikkaður vinnari skuldi  finnast úr rúgvuni, og tað var Ida úr 5.d. Hon var ikki til staðar, tí flokkurin hevði ítrótt, men vinningin fær hon í øllum føri.

Til lukku Ida  :-)