Hein 1. flokkurin byrjaði í summar

FÆRRI NÆMINGAR Í FYRSTA FLOKK


246 børn  eru innskrivað at byrja í fyrsta flokki í Tórshavnar kommunu í summar, og tað er ein minking upp á 14% borið saman við í fjør. Tølini frá báðum frískúlunum eru tó ikki komin enn, haraftrat plaga nøkur børn at leggjast aftrat, eftir at freistin er farin. Tórshavnar kommuna upplýsir, at í ár fáa øll  fyrsta skúlavalið gingið á møti.

Tá ið innskrivingin endaði, sá yvirlitið soleiðis út:

Skúlin á Fløtum 48 

Skúlin á Argjahamri 47 

Skúlin við Løgmannabreyt 46 

Sankta Frans 37

Hoyvíkar skúli 31

Eysturskúlin 22

Kollafjarðar skúli 8

Velbastaðar skúli 5

Kaldbaks skúli 1

Nólsoyar skúli 1

246 næmingar í øllum tíggju skúlunum, men 1. februar í fjør vórðu 285 børn skrivað inn í skúlarnar í kommununi. Í skrivandi stund kunnu hesi tølini tó vera broytt nakað, og tað kann henda leypandi til í summar.  Nærum øll børnini, ið koma í skúla fyri fyrstu ferð í augustmánaði fara eisini at ganga í ymsu frítíðarskúlunum.

Keldur: Tórshavn.fo/SáF