Einki er sum ein góð barnatekning!

 


Lisa hevur saman við sínum næmingum í 2. d arbeitt við sagnum og myndlist.  Hon sigur, at næmingunum dámar øgiliga væl at hoyra søgur og sagnir, og so duga børnini eisini væl at tekna og vilja læra. Evnini í sagnunum hóska sera væl til at nýta sum motiv í tekningum, og  tey verða tí nýtt sum  framhald at arbeiða við í myndlistini.


Myndinar, ið er at síggja her á heimasíðuni, hava børnini gjørt til sagnirnar um Titil-Tátu, sum er um trøllagentuna , sum bóndin í Sumba tók til fanga, og um  Gívrinarhol,  gívrina á Sandi.

Vit kunnu ikki annað enn geva Lisu rætt, tá ið hon sigur: “Einki er sum ein góð barnatekning!”