Eigi eg at velja týskt í 8. og 9. flokki?

Í hádeildini kanst tú velja týskt. At byrja eitt nýtt mál nú hevur fleiri fyrimunir:  tað fellir tær lættari at læra mál, jú fyrr tú byrjar, og jú færri ár ganga  millum hvørt málið. Mentanarliga fært tú eina fjølbroyttari fatan av heiminum og innlit í týsku londini. Málsliga fært tú eitt breiðari grundarlag at byggja á og betri fortreytir at læra mál. Lærir tú málið í minst 3 ár, økist førleikin munandi at halda tað við líka og brúka tað seinni; eisini fert tú at skilja føroyska mállæru betur.

Týskt er mest útbreidda móðurmál í Evropa í hølinum á russiskum. Yvir 90 milliónir tólk tosa týskt sum móðurmál í Evropa, og yvir 100 milliónir tosa týskt sum fremsta mál  í øllum heiminum.. Í ES tosar fimti hvør borgari týskt, ið eisini  er almenna málið í Týsklandi  Eysturríki, Belgia og Luksemborg, og  høvuðsmálið  Liktinstein og  Sveis. Týkst er eitt heimsmál, sum nógv eisini læra sum fremmandamál.

 

Skalt tú velja týkst í 8. g 9. flokki?  Ja, um:

> tú ert miðal ella væl fyri fakliga

> tær  dámar fakligar avbjóðingar

> tær dámar mál, mentan og kunnleika til onnur lond

> tú tímir at arbeiða við mállæru

> tú umhugsar at velja fremmandamál á miðnámi

Les meira í  faldaranum  frá Námi niðanfyri.


Les meira í  faldaranum  frá Námi niðanfyri

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=LHckQaollNU]


2018 0207 Hví velja týskt?.pdf