DREINGIRNIR ÚR FAROFLIPS VITJAÐU

 

Í matarsteðginum fríggjadagin høvdu tey í Kongagøtu áhugaverda vitjan av kringu dreingjunum úr Faroeflips. Teir duga at gera alskyns kynstur: hoppa, renna, leypa, klintra alt við fullari ferð. Fagnaðurin var stórur, og børnini í 1. og 2. flokki tyktust at kenna ungu ítróttaúrmælingarnar. Jens  Mortan var kvikur at fáa myndir og upptøku í snildfonina. Síggið her:

 

Myndir og upptøka: jm

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=UtHcNWS1MDE&feature=youtu.be]