Av lærarum er nógv flest kvinnur

 


 

Í 2016 vóru 66% av lærarunum  í fólkaskúlanum kvinnur og 36%  vóru menn. Gongdin hevur verið støðug seinnu árini; í 2005 var býtið millum kvinnur og menn 53% og 47%, og í 2010 var býtið 61% og 39%. Í øllum  aldursbólkum var talið av kvinnum tvífalt so høgt sum talið av monnum, men tó ikki í bólkinum 60-69, har vóru 6 fleiri menn!.


Vit hava ikki neyvu nýggju tølini, men ábendingar eru um, at  býtið nú er umleið 70%/30%. Taka vit limirnir í námsfrøðiliga ráðnum í Skúlanum á Fløtum, so svarar talið  til metingina  beint oman  fyri.

Upptøkurnar á Námsvísindadeildina  seinnu árini benda tó á, at áhugin hjá monnum at gerast lærari er vaksandi. Men enn munar  lítið, um vit ynskja eitt javnaðari kynsbýti millum lærarar í fólkaskúlanum.

Stabbamyndin  oman fyri  er frá heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, og hon vísir lærarar í fólkaskúlanum í 2015, býttir sundur eftir aldri og kyni.

Keldur: skulablaðið.fo/nff-saf