Farna mánað vóru allir næmingarnir í 4. flokki í auluni til evnisdag um trygd á netinum

ALNETIÐ: VITAN OG HUGURÐIR SKAPA ATBURÐ

Vitan og hugburður skapa atburð. Foreldur mugu útvega sær vitan, og tað verður gjørt á foreldrafundunum í skúlunum. Hugburðurin verður skaptur saman við foreldrunum hjá børnunum í tí einstaka flokkinum.  Sosialir miðlar eru bæði vinur og fíggindi. Ein stórur partur av arbeiðinum er  fyribyrgjandi parturin. Sum einasta norðurland hava Føroyar  fullgjørda undirvísingargongd í 4. flokkunum.  Situr barnið í heilum einsamalt og hyggur at filmi, mennist tað ikki upp á nakran máta, tí er avgjørt neyðugt at koma við einum uppleggi, sum vísir á, at tað millum annað er ov einstáttað at liva lívið við tí, sum fæst burturúr einum filmi.

Áhugaverdu orðini omanfyri  eigur Óli Rubeksen SSP samskipari. Les samrøðu Sonni Smith, tíðindamaður, hevur við hann í Skúlablaðnum HER.

Í dag er tryggari internetdagur. Hoyr boðskapin frá løgmanni.  Frætt eisini aftur um, tá ið 4. flokkarnir í Skúlanum á Fløtum høvdu evnisdag, ið nevndur var Tryggari á netinum. Fylg slóðini HER.

Keldur: skulabladid.fo + saf.fo + youtube

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=EY5c9NN0HrQ]