Áhugavert evniskvøld í 8.ð - gula bólki

 

Katrin Dagbjartsdóttir, er foreldraumboð í 8.ð (gula bólki), og hon greiðir soleiðis frá:

Foreldrabólkurin í gulum bólki í 8.ð skipaði í gjárkvöldið fyri  felags foreldrafundi; undirtøkan var góð, umleið 40 fólk møttu upp.  Óli Rubeksen kom vegna SSP at hava  ymiskar inngangsframløgur um ung, ungdómslív og um  týdningarmikla leiklutin, vit foreldur hava í lívi hjá unglingum okkara.

Eisini fingu foreldrini høvi at tosa saman  um evni, sum upptaka børnini nógv: 

Hvat klokkan skulu tey ungu vera inni um kvøldið?

Vanar á netinum?

Rúsdrekka: Skulu tey ungu "læra" at drekka, ella skulu tey vaksnu halda aftur so leingi sum gjørligt?


Eyðvitað kom eingin eintýdd niðurstøða, men tó var púra greitt, at vit foreldur eiga at fylgja við í lívinum hjá tí unga - vísa áhuga, vera í nánd og seta mørk.

Samanumtikið var hetta ein stak góður fundur. Børnini koma nú einaferð úr fleiri  flokkum og ymsum skúlum, so her er í roynd og veru talan um   nýggjan flokk. Í samráð við Jónfríð Jóanesarson, flokslærara, varð avrátt at stovna ein bólk á Facebook, har foreldur og flokslærai kunnu samskifta um viðkomandi spurningar og mál av áhuga.  

Vegna foreldrini takkar foreldrabólkurin  SSP og Óla Rubeksen fyri sera gott og áhugavert kvøld.

Mynd: Katrin Dagbjartsdóttir