‘’VIT SKULU RÆTTA HONDINA UPP’’ 

 

Heri, varaskúlastjóri, bjóðar børnum og námsfrøðingum vælkomin í skúla. Joan  er ráðgevi og lærari,  hon vísir fram nakrar uppgávur, tey skulu gera um eina løtu. 

“Tað er ikki akkurát tað sama at ganga í skúla og sum í barngarði: Øll mugu koma samstundis í skúla klokkan 8:00, ikki ber til at velja. Hvussu gera tit, tá ið tit skulu siga okkurt í flokkinum?” Nú er  tað Annvør, sum stendur framman fyri talvuna. Hon er í  1. flokki í ár, hevur drúgvar royndir sum lærari,  livað í  yrkinum  nærum í ein mansaldur. Í dag fer hon saman við Ingu, Joan og øðrum lærum at vera um spentu óroyndu skúlanæmingarnar. Ein fittur drongur er skjótur at renna fremstafingur  upp í loft og svara: “Vit skulu rætta hondina upp!” Týðuligt er, at barnagarðararnir fyrireika børnini til stóra skiftið, ið stendur fyri framman, tí at síggja til duga tey longu at ganga í skúla.

 

Tað er mikumorgun, vit eru í Kongagøtu, har 1. og 2. flokkur halda til.  Í morgun eru Býlingshúsið undir Fjalli, Dagstovnurin við Landavegin og Dagsstovnurin í Øksnagerði  komin at vitja við elstu børnunum, ið fara í skúla eftir summarfrítíðina.

Dagurin er býttur upp soleiðis, at børnini fyrst  sleppa at arbeiða við einum arbeiðshefti, lesa og syngja ein sang.  So verður  bríksla út í fríkorter. Innafturkomin fara tey út í mál- og rokniverkstaðir at royna seg. Um middagsleitið sleppa tey aftur í barnagarð. 

 

Heimasíðumaðurin sníkir seg spakuliga  avstaðaftur, meðan børnini av lívsins kraft  eru upptikin við at syngja “Dukka mín er blá” :-)  

----

Barnagarðsvitjanir hava eisini verið  í skúlanum í dag, og vera tær vera  aftur í morgin. 

Myndir: jk&jú