9.Ð: Á setursskúla í Suðuroy


86 næmingar eru  saman við flokslærarunum, Bergi R, Maluni, Ey, Maluni D og Barbaru í setursskúla í  skótahúsinum í Vági. Tey fóru suður  týsdagin og koma  norður aftur hóskvøldið. 

Í gjár høvdu tey ein framúr góðan dag saman við Ítróttarháskúlanum í Vági. Næmingarnir fingu møguleika at síga, klintra, rógva í kajak, svimja á sjónum og í Pálshøll, ganga náttúruvakrar túrar, spæla ymisk bóltspøl og annað spennandi. 


Í dag fara tey at  vitja  Saltsilona,  áðrenn siglt verður  heim aftur. 

Kelda: Barbara

Myndir: Barbara, Malan Ey, Malan D