7.e vitjaði løgtingið

 

Oddfríður Marni Rasmussen hevur 7.e í samfelagsfrøði. Fríggjadagin vóru tey í løgtinginum, Oddfríður greiðir soleiðis frá:

Sjeyndu flokkarnir hava samfelagsfrøði í tveir tímar um vikuna. Fríggjadagin, 26. januar, vóru næmingarnir í 7. e saman við læararanum í løgtinginum, har teir hittu løgtingsmannin fyri Tjóðveldi og løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu. Ongin tingfundur var henda dagin, so næmingarnir sluppu at manna tingið. Onkur var eisini uppi á røðarapallinum. 

Tingformaðurin sat í sínum vanda sessi, og haðani greiddi hann frá, hvussu tingarbeiðið verður skipað. Hvussu tinglimir atkvøða, og hvat teir siga og gera í tinginum. Hann greiddi frá, um tey tingmál, sum komu, og um ungdómstingið, sum er annaðhvørt ár. Eftir tingfundin fóru næmingarnir upp í eitt fundarhøli, har nevndirnar sita og fundast. Bara fíggjarnevndin var á fundi henda dagin, og fundurin var um at játta pengar til at byggja nýtt barnaheim í Havn. Tingformaðurin greiddi frá um nevndararbeiðið, og hvussu tey kalla inn serfrøði at greiða ymisk ógreið viðuskifti. 

Eftir nevndararbeiðið sluppu tey at støkka inn á gólvið hjá sjálvum tingformanninum. Har sóu næmingarnir arbeiðsumstøðurnar hjá honum. Síðani helt tingformaðurin, at gestirnir skuldu fara í tað heilagasta rúmið í tinginum: kantinuna. Har fingu næmingarnir frukt, saft og karamellur, meðan tingformaðurin greiddi frá ymiskum, sum tingformaðurin skuldi skipa fyri. 

Tey í 7. e takka tingformanninum fyri miklan blíðskap.

Myndir: Oddfríður Marni Rasmussen