6 x Katrin  :-)

Fyrsta mikudag í hvørjum mánaði er  fundur í Námsfrøðiliga Ráðnum. Øll starvsfólk við námsfrøðiligari ábyrgd eru limir í ráðnum, og seks av trúgvu fundarfólkunum eru fryntligu dámurnar á myndini. Tað sermerkta er, at allar eiga sama snøgga navnið  Katrin. Navnið kemur av griska orðinum katharós, ið merkir  reinur og lítillátaður, og tað man hóska væl til allar seks :-)   Árni Dahl skrivar annars í navnabók síni, at Katrin er  stuttnevni av Katrina, Katarina, sum er runnið úr griskum, Aikaterine.


Tey, sum vilja vita meir um nøvn kunnu stytta sær stundir saman við hesum bókum: 

Navnabókin, Árni Dahl

Hin føroyska navnabókin, Hjalmar P. Petersen

Bøkurnar eru at finna á bókasavninum á Frælsinum.

 

Myndin

Aftast f.v. Katrin Heradóttir (lærari), Katrin Bech (lærari)

Fremst f.v. Katrin Gullbein (lærari), Katrin Dagbjartsdóttir (lærari), Katrin Lindberg Mortensen (námsfrøðingur) og Katrin Karlsdóttir Johansen (námsfrøðingur)

Mynd: Marilyn Danielsen