350 NÆMINGAR TIL JÓLAROYND SAMSTUNDIS


Nýggja tøknin hevur stórar fyrimunir, men hon hevur eisini givið tøkniligar avbjóðingar. Sum tíðin gongur virkar   tó alsamt  betur. KT vørðirnir duga mest sum altíð at finna, hvar trupulleikarnir liggja, so teir kunnu loysast . Stóri vansin hevur verið sonevnda “axels pointið”, ið er portrið út á netið. Men nú riggar, og tað riggar sera væl.

Hesa vikuna eru 350 næmingar úr 7.8. og 9. flokki til jólaroynd, og tað er fyrstu ferð, at tað er roynt.  7. og 8. flokkur eru á lon 6 og 7 á Frælsinum, okkurt um 15 næmingar eru á lon 3, og 9 flokkur er í Høllini á Stórheyggi. Royndirnar eru allar í samstundis, og einki er til hindurs fyri, at øll kunnu arbeiða í senn. Fyri at binda um heilan fingur, eru næmingarnir bidnir um ikki bara at  sløkkja  fartelefonirnar, men  eisini Wi-Fi á teimum.


Uppgávurnar liggja á eini skipan hjá próvstovuni, ið eitur  WISEflow, og hon hevur verið roynd í eina tíð. Rættingarnar í máluppgávuni, t.e. lesiførleiki, rættskriving og mállæra, eru sjálvvirkandi, men lærarin er ikki arbeiðsleysur, tí hann má hyggja eftir svarunum kortini. Framsetingarnar verða eisini sendar um netið, sum lærarin so rættar. Skuldi tøknin ikki virkað, so eru KT vørðirnir á staðnum. Til próvtøkuna í summar kemur próvdómari uppí eisini.

Bert greiðslurokningin verður avgreidd sum í gomlum døgum við páppíri, blýanti og rokniamboðum  :-)  

 

Myndir: jú