-3, 4 ella 12?

Próvtalsstigin aftur til umrøðu

 

Fyri 8 árum síðani kom núverandi próvtalsstigi, 7 talsstigin, í  gildi í Føroyum. Áðrenn tað var 13 talsstigin nýttur. Nú hevur kjak tikið seg upp í Danmark um aftur at gera broytingar, tí fleiri halda, at stigin ikki virkar eins og  ætlað. 

Ragnhild Olsen á Skúlablaðnum hevur í hesum sambandi  tosað við tveir  føroyskar lærarar um spurningin, annar teirra er Oddfríður Marni Rasmussen, lærari í hádeildini í Skúlanum á Fløtum.  Hann heldur, at verandi próvtalsskipan yvirhøvur er  í lagi, men vísir samstundis á, at eitt tal aldri sigur allan sannleikan.

Oddfríður førir fram, at umráðandi er, at skrivlig avrik hjá næmingum verða mett og at grundgivið verður fyri næminginum, hví hann fær eitt talmet. Næmingurin hevur uppiborið skrivliga ella munnliga at fáa at vita, hvat skal til fyri, at hann  kann fáa betri met næstu ferð.  Lærarin hevur møguleika at siga, at próvtalið liggur í hægra ella lægra endanum á ávísa talinum, um hann heldur,  tað er neyðugt.  Oddfríður vísir eisini á, at tað hevði borið til at lagt eitt tal afturat evsta meti og so strikað -3, ið er lægsta met.  Eftir tí hevði 7-talsskipanin verið frá til 13.

Røddir hava eisini verið frammi um at ikki ber til at geva met fyri framúr gott avrik  sum í gomlu skipanini. “Inflatión” er komið í 12 talið, siga tey. Og hetta at hetta at geva næmingum miðaltal fyri allar lærugreinir er óheppið, tí tað kann fora skikkaðum umsøkjarum at sleppa inn til útbúgvingar teir brenna fyri og hava evni til, hava onnur hava ført fram, 

Hvat úrslitið verður,  er ilt at hava eina greiða mynd av í skrivandi stund, men ymist bendir á, at skúlafólk hava ringan hug at pilka við próvtalsstigan og gera skjótar broytingar.

Grein í Skúlablaðnum, flylg slóðini HER

 

7 talsstigin sær annars soleiðis út

12 Lýtaleyst ella mest sum lýkur málini í námsætlanini

Verður givið fyri avrik, sum er lýtaleyst ella mest sum lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini

10 Sera gott avrik

Verður givið fyri sera gott avrik, ið við nøkrum smávegis  lýtum,  lýkur flestu  málini í námsætlanini í lærugreinini

7 Gott avrik

Verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýtum, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

4 Hampigt avrik

Verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.

02 Toliligt avrik

Verður givið fyri toliligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

00 Ikki nøktandi avrik

Verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.

-3 Heilt vánaligt avrik

Verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið.

 

Keldur: skulabladid.fo/mmr.fo/kvf.fo/lærarar