2,5 mió. krónur til listprýðing

 

Herfyri vitjaði listabólkurin Skúlan á Fløtum saman við listafólkunum, ið skulu listprýða skúlan. Tey, sum fara at listprýða nýggja skúlan, eru Hansina Iversen, Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø. Á vitjanini úti á Fløtum vísti Ragnar Zachariassen, arkitektur, listabólkinum nýggja skúlan, ið verður 11.600 fermetrar til støddar.

 

Settar eru av 2,5 milliónir til at listprýða skúlan. Tórshavnar kommuna rindar alla upphæddina til listprýðing. Fleiri enn 850 næmingar og á leið 100 starvsfólk fara at húsast í skúlanum, tá ið hann fer at standa liðugur í 2020.

 

Á myndini omanfyri eru Edward Fuglø, Jákup Simonsen, Ragnar Zachariassen, Hansina Iversen, Birita Wardum, Jón Sonni Jensen og Regin Marnersson. 


Kelda: Torshavn.fo