1. varaskúlastjóri helst settur í hesi vikuni

Nú freistin at søkja starvið sum 1.  varaskúlastjóri í Skúlanum á Fløtum er farin eru 7 umsóknir komnar inn: 4 konufólk og 3 mannfólk. Saman við skúlastjóranum kemur  1. varaskúlastjórin at hava námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Setanarnevndin væntar at verða liðug at viðgera setanina í  hesi vikuni.